Burnham væntandi nýggjur Labour-leiðari seinni í vikuni

Burnham væntandi nýggjur Labour-leiðari seinni í vikuni
Freistin at stilla upp er hósdagin, og stillar eingin upp ímóti Andy Burnham, verður hann kunngjørdur sum nýggjur floksleiðari fríggjadagin
Andy Burnham hevur nú tryggjað sær stuðul frá 349 tinglimum at gerast nýggjur formaður í Labour.
Mynd: Toby Shepheard/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.07.2026 - 08:05

Andy Burnham tryggjaði sær í gjárkvøldið stuðul frá 349 tinglimum úr Labour, og við so stórari undirtøku, er at kalla ógjørligt hjá øðrum at bjóða honum av sum floksleiðara.

Tað ber ikki longur til hjá einum øðrum valevni at fáa stuðul frá 81 tinglimum, -sum er tað, ið krevst fyri at stríðsval verður um formanssessin, skriva BBC og tíðindastovan AFP.

Fyrsta uppstillingardagin, sum var hósdagin, fekk hann 322 atkvøður, og í gjárkvøldið fekk hann 27 atkvøður afturat, vísa tøl, sum Labour hevur kunngjørt.

 

Tekur við eftir Starmer

Burnham skal eisini hava stuðul frá trimum felagsskapum, sum hava tilknýti til Labour, men hetta verður væntandi bara formalitetur, sambært BBC.

Burnham fer at taka við eftir Keir Starmer sum leiðari í Labour og forsætisráðharri í Bretlandi. 

Starmer boðaði 22. juni frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Labour, og sostatt eisini sum forsætisráðharri.

Freistin at stilla upp er í hósdagin. Stillar eingin upp ímóti, verður Burnham fríggjadagin kunngjørdur sum nýggjur Labour-leiðari, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815