- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burnham væntandi nýggjur Labour-leiðari seinni í vikuni

Andy Burnham tryggjaði sær í gjárkvøldið stuðul frá 349 tinglimum úr Labour, og við so stórari undirtøku, er at kalla ógjørligt hjá øðrum at bjóða honum av sum floksleiðara.
Tað ber ikki longur til hjá einum øðrum valevni at fáa stuðul frá 81 tinglimum, -sum er tað, ið krevst fyri at stríðsval verður um formanssessin, skriva BBC og tíðindastovan AFP.
Fyrsta uppstillingardagin, sum var hósdagin, fekk hann 322 atkvøður, og í gjárkvøldið fekk hann 27 atkvøður afturat, vísa tøl, sum Labour hevur kunngjørt.
Tekur við eftir Starmer
Burnham skal eisini hava stuðul frá trimum felagsskapum, sum hava tilknýti til Labour, men hetta verður væntandi bara formalitetur, sambært BBC.
Burnham fer at taka við eftir Keir Starmer sum leiðari í Labour og forsætisráðharri í Bretlandi.
Starmer boðaði 22. juni frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Labour, og sostatt eisini sum forsætisráðharri.
Freistin at stilla upp er í hósdagin. Stillar eingin upp ímóti, verður Burnham fríggjadagin kunngjørdur sum nýggjur Labour-leiðari, skrivar BBC.



























