Búskaparráðið: Kósin má rættast - pengar fara at mangla í

Búskaparráðið: Kósin má rættast - pengar fara at mangla í
Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir miðvísar tillagingar í stundini, sigur ráðið í nýggjari haldførisfrágreiðing
Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.09.2026 - 10:40

Verða inntøkurnar ikki øktar, ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað elvir til ein áhaldandi skuldarvøkstur.

Longu um 10 ár verður hallið í almenna geiranum ein milliard krónur. Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir miðvísar tillagingar í stundini.

Tað sigur Búskaparráðið nýggju halførisfrágreiðingini, sum verður løgd fram í løtuni.

 

1,2 mia. um árið

Fíggjarpolitiski haldførisávísin er -4% av BTÚ í 2026, og tað merkir, at inntøkur mugu fáast til vega ella sparingar fremjast fyri áleið 1,2 mia. kr. í miðal um árið, um verandi tænastustig á vælferðarøkinum skal veitast í framtíðini.

Úrslitið er treytað av, at pensjónsaldurin verður hækkaður, og at almennu veitingarnar vaksa minni enn lønirnar. Úrslitið er ikki ein forsøgn um, hvat fer at henda, men ein ávaring um, hvat kann henda, um eingi átøk verða framd, sigur Búskaparráðið.

 


Búskaparráðið ávarar um figgjarliga haldførið.

 

Fleiri eldri

Haldførisavbjóðingin stavar frá, at talið av eldri fólki veksur munandi meira enn talið fólki í arbeiðsførum aldri.

Demografisku broytingarnar fara at leggja stórt trýst á almennu útreiðslurnar í framtíðini. Longu um 10 ár verður hallið í almenna geiranum ein milliard krónur. Ein stórur verður partur verður hjá kommununum.

Hækkar pensjónsaldurin ikki, so hvørt livialdurin hækkar, fara pensjónistar í framtíðini at liva av almennari veiting í nógv fleiri ár enn nú.

Búskaparráðið mælir tí politisku myndugleikunum til at hækka pensjónsaldurin í samsvari hækking av pensjónsaldrinum í tráð við verandi lóggávu.

Les meira her.

Les alla frágreiðingina her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655