ES ætlar at steingja sosialar miðlar um náttina

ES ætlar at steingja sosialar miðlar um náttina
Uppskotið, EU Kids Act, skal vera eitt felags ES-mál at verja børn og ung á talgildum pallum.
ES ætlar at seta eina røð av avmarkingumí verk fyri talgilda lívið hjá børnum.
 
17.09.2026 - 08:43

ES ætlar, at børn skulu ikki sleppa á sosialar miðlar um náttina. Atgongdin hjá børnum til miðlarnar skal steingjast í minsta lagi átta tímar.

Haraftrat skal ein røð av avmarkingum setast í verk fyri talgilda lívið hjá børnum.

Tað sæst í einum uppskoti til lógaruppskot, sum danska kringvarpið hevur fingið hendur á, og sum roknað verður við, at ES-forkvinnan, Ursula von der Leyen, fer at leggja fram fyrrapartin.

Uppskotið, EU Kids Act, skal vera eitt felags ES-mál at verja børn og ung á talgildum pallum.

 

Foreldur skulu hava mini-kontu

Í røðu í gjár segði ES-forkvinnan, at børn millum 13 og 15 ár einans skulu hava avmarkaða atgongd til sosialar og talgildar pallar. 

Tað skal gerast við einari sokallaðari mini-kontu, sum foreldrini stovna og hava eftirlit við, og sum skal vera avmarkað.

- Eg veit, at nógv halda valdið hjá tøknirisunum vera ómetaligt. Eg eri ósamd! Segði Ursula von der Leyen í gjár.

Hon segði, at talan skal vera um skraddaraseymaðar verjuskipanir, gjørdar alt eftir, hvussu gomul børnini eru.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672