Nordea-grunnurin játtað 40 milliónir til nýggjan ítróttaháskúla í Vági

Nordea-grunnurin játtað 40 milliónir til nýggjan ítróttaháskúla í Vági
Skal ætlanin verða veruleiki, má landið eisini játta í minsta lagi somu upphædd til verkætlanina
Nordea-grunnurin hevur játtað slakar 40 milliónir kr. til nýggjan ítróttaháskúla í Vági.
Mynd: MAP arkitektar  
 
21.09.2026 - 13:47

Ítrottaháskúlin í Suðuroy hevur fingið játtaðar 39,8 milliónir krónur frá Nordea-grunninum í Danmark til nýggjan skúla.

Frammanundan hevur fólkatingið játtað fimm milliónir. 

Ítróttaháskúlin eigur sum er ongan bygning at nýta til skúlagongd, og tí leigar hann seg inn í átta ymiskum støðum.

 


Miriam J. Norðberg. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Skal ætlanin um nýggjan skúla verða veruleiki, má landið eisini játta í minsta lagi somu upphædd sum Nordea grunnurin til verkætlanina.

Tí fíggingin úr grunninum er treytað av, at ein verklagslóg verður samtykt í løgtinginum. 

Miriam J. Norðberg, leiðari á ítróttaháskúlanum, er ikki stúrin um fíggingina. Hon heldur, at ein slíkur mennandi depil eigur at raðfestast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21092026_Itrottahaskuli_i_Vagi

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542