- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sparing rakar ikki arbeiðið at styrkja um PISA-úrslitið

Føroyskir næmingar eru farnir munandi aftur í lesing, samstundis sum Nám og Undirvísingarstýrið skulu spara tríggjar milliónir krónur næsta ár.
Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, sigur, at sparingin fer ikki at raka arbeiðið við at styrkja lesiførleikan og betra PISA-úrslitið
Frá 1. januar verða Nám og Undirvísingarstýrið løgd saman, og í fíggjarlógaruppskotinum stendur, at samanlagdi stovnurin skal spara tríggjar milliónir krónur í 2027.
Men hóast samanlagdu stovnarnir skulu spara tríggjar milliónir krónur, so væntar Hjalmar Hansen - sum skal standa á odda fyri samanleggingini - at tað fer ikki at merkjast í arbeiðinum við at styrkja lesiførleikan hjá næmingunum og betra PISA-úrslitið næstu ferð.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum



























