- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sparingarnar í heilsuverkinum fara at raka sjúklingar

- Tað fer at ganga út yvir ta menningina, sum hevur verið seinastu árini í sjúkrahúsverkinum.
Tað sigur Sirið Stenberg, eftir at Eyðdis Hartmann Niclasen hevur svarað grein 52-fyrispurningi um avleiðingarnar av teimum sparingum, sum samgongan ætlar at gera í heilsuverkinum næsta ár.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
Sparingarnar fara at ávirka bíðilistarnar
Ætlaðu sparingarnar hjá landsstýrinum í heilsuverkinum fara at kosta sjey ella átta størv.
Fimm ella seks størv í Landssjúkrahúsinum, eitt í Klaksvíkar sjúkrahúsi og eitt í Suðuroyar sjúkrahúsi.
- Bíðilistarnir fara ikki niður við tí ferðini, sum mann kanska hevði ynskt.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum var gestur í útvarpsstovuni.
Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum
























