- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Mín sorg er ein kvinna
Hagtøl eru ofta rættiliga mogin og turrislig at fáast við, men tey lúgva sjáldan, og tað gjørdi tey heldur ikki, tá kvinnulandsliðið í hondbólti skrivaði føroyskal ítróttarsøgu í Trier. Liðið er tað fyrsta føroyska vaksnamannalandsliðið, sum luttekur í einum HM-endaspæli. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Áðrenn søguliga HM-dystin móti Montenegro høvdu bæði venjarar og leikarar á føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti staðfest, at um Føroyar skuldu hava ein livandi kjans móti svartfjallabúgvunum, ið teljast millum teir frægastu í heiminum innan kvinnuhondbólt, so skuldi verjuspælið vera sera gott. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Verju- og málmansspælið hjá Føroyum var í heimsflokki, serliga eftir at føroysku kvinnurnar høvdu rist ringastu nervarnir av sær. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Annika Petersen er nærmast er komin beint av føðistovuni og inn í HM-endaspælið, men tað sást ikki á henni, tá hon kom á vøllin og pilkaði glasin av heimstjørnunum úr Montenegro. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Men lítið hjálpti góða verju- og málmansspælaið, tá føroysku leikararnir við Janu Mittún og Pernille Brandenborg á odda ferð eftir ferð brendu opnar málmøguleikar. Nú var hatta við Brandenborg og at brenna meira eitt orðaspæl enn nakað annað, tí føroyski liðskiparin gekk á odda og gjørdist toppskjútti við átta málum. Men eisini hon skuldi brúka 13 skot fyri at fáa síni átta mál, og tá vóru fimm av málunum brotskøst. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Súna Hansen og hinar spældu annars bæði skjótt og væl og gjørdu fáa tekniskar feilir. Og tær fingu eisini teir málmøguleikar, ið tær skuldu brúka, fyri at fáa eina javnleik ella ein tepra sigur. Bæði liðini høvdu 49 skot á málið, men meðan svartfjallabúgvar skoraðu upp á 65 prosent av skotunum, so skoraðu føroyingar einans upp á 55 prosent av skotunum. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
"Mín sorg er ein kvinna," yrkti Janus Djurhuus í 1902, og tað rakti so sanniliga eisini føroysku hondbóltskvinnurnar móti Montenegro. Gaman í, so er 36 ára gamla Armelle Kelly Attingre í málinum hjá Montenegro ikki "marmorbleik", eins og Janus Djuurhus yrkir, men hon hevur staðið á brimbørdum strondum, tí hon er upprunaliga ættað úr Fílabeinsstrondini og hevur áður umboðað Frakland. Hon hevur verið við at vinna franska meistaraheitið, og ikki minni enn tvær ferðir er hon kosin besti málverji í Fraklandi. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Tað stóð nógv á føroysku fjepparunum, og so hvørt sum dysturin leið, stóð skriftin eisini á bæði vegginum og í eygum teirra. Attingre og hinar úr Montenegro fór nokk at vera ov tungar sifta. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Claus Møller, venjari, royndi alt tað, ið hann var ment at hjálpa føroysku kvinnunum at fáa glið á álopsspælið, tí teir flestu leikararnir brendu helvtina av skotinum ella meira. Verjuspælið høvdu Lív Zachariassen og hinar tamarhald á. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Føroysku hondbóltskvinnurnar góvu alt, og stríddust alt tað, ið tær vóru mentar, men tá alt kom til alt, so vóru leikararnir úr Montenegro eina tonn stinnari. Tað endaði við einum 32-27 tapi, hóast møguleikin at fáa jávnleik ella vinna ein tepran sigur so avgjørt var til staðar. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Hóast tapið, so vóru føroysku fjeppararnir væl nøgdir við avrikið hjá hondbóltskvinnunum, sum blivu fagnaðar sum tær stjørnur, ið tær eru. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Vónbrotið var eyðsýnt á serliga ungu leikarunum, men tær royndu gingu á odda og syrgdu fyri, at søguligi dysturin og góða avrikið eisini bleiv feirað saman við áskoðarunum (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
|
|





























