Virðið á norska oljugrunninum er 22.000 mia. norskar krónur

Virðið á norska oljugrunninum er 22.000 mia. norskar krónur
Virðið fylgir hækkingini á amerikanska virðisbrævamarknaðinum í gjár eftir friðaravtaluna millum USA og Iran
Norski oljugrunnurin er nú verdur meira enn 22.000 millardir norskar krónur.
 
16.06.2026 - 14:11

Í dag hækkaði virðið á norska oljugrunninum upp í góðar 22.000 milliardir norskar krónur. Tað svarar til 14.877 milliardir í okkara peningi.

Tað vísir yvirlit yvir virðið á oljugrunninum beint fyri klokkan 7 í morgun.

Tað var E24, sum fyrst boðaði frá, at grunnurin var farin upp um 22.000 milliardir norskar krónur.

Hækkingin í virðinum á grunninum fylgir eini tryggari hækking á amerikansku virðisbrævamarknaðunum í gjár, í kjalarvørrinum av friðaravtaluni millum USA og Iran.

Á nýggjárinum lækkaði virðið á grunninum úr góðum 21.000 milliardum norskum krónum, niður í slakar 20.000 milliardir fyrsta ársfjórðing. 

Men nú er so vend komin í hjá norska oljugrunninum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525