Her rýmir Carla Sands undan spurningum

Her rýmir Carla Sands undan spurningum
Amerikanska sendikvinnan er í brennideplinum eftir skeivar ákærur um valsvik í USA. Í dag var hon í Norðurlandahúsinum, men vildi ikki svara ákærum
12.11.2020 - 19:13

Tey skálaðu í Norðurlandahúsinum í dag. Tí í dag skrivaðu Føroyar og USA undir avtalu um at samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking, mentan og útbúgving.

Millum gestirnar var amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Carla Sands. Ein kvinna, sum heimsmiðlarnir í dag hava leitað eftir. Carla Sands er komin við skeivum ákærum um valsvik í USA.

Amerikanska avísin New York Times hevur kannað uppáhaldið hjá Sands og kann staðfesta, at tað er beinleiðis ósatt. Republikanska atkvøðan hjá Sands er skrásett og tald við.

Striltið gekk tó at fáa Carlu Sands at greiða frá sínum ákærum, tá vit hittu hana í Norðurlandahúsinum seinnapartin.

Gev gætur: Vit søgdu í innslagnum, at sendikvinnan hevði tweetað um valsvikið í dag. Tað var tann 7. november og síðani 8. november, at hon sendi tweetini út.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391