- Tíðindi, mentan og ítróttur
Misálit á svensku stjórnina
Tað var stórur meiriluti fyri misátinum á svenska forsætisráðharran, Stefan Løfven, í Ríkisdegnum fyrrapartin.
Tað var Vinstriflokkurin, sum var stuðulsflokkur hjá Løfven í sjórnarskeiðnum frá 2014 til 2019, ið legði uppskotið um misálit fyri tingið.
Orsøkin til misálitið var ein ætlan hjá stjórnini, um at broyta viðurskiftini á íbúðarmarknaðinum soleiðis, at húsaleigan í nýggjum íbúðum frameftir skat ásetast eftir marknaðarvirði og ikki longur eftir serligum ásetingum um brúksvirði.
Tað skulu 175 atkvøður til fyri at koppa svensku stjórnini. 181 atkvøður vóru fyri uppskotinum fyrrapartin, og tískil var tað ein greiður meiriluti fyri søguliga misátinum. Tí ongantíð áður er ein svenskur forsætisráðharri feldur við misáliti.
Sambært svensku skipanini hevur Løfven eina viku til at gera av, hvørt hann skrivar út val ella heitir á tingformannin, um at fara undir samrøður við floksformenninar, um hvør kann standa á odda fyri at skipa nýggja stjórn. Løfven boðaði á tíðindafundi frá, at hann tekur av møguleikanum fyri umhugsanartíð.



















