2021: StÍF og meistaraheitið, sum eingin roknaði við

2021: StÍF og meistaraheitið, sum eingin roknaði við
StÍF-kvinnurnar skrivaðu hondbóltssøgu í 2021, tá tær vunnu sítt fyrsta meistaraheitið. Tað var fantastiskt, sigur Guðrið Ellingsgaard við Árið ið fer í ítrótti
01.01.2022 - 23:00

Tað var nærum óhugsandi, tá hondbóltskappingin byrjaði á heysti í 2020. 

Men tá tíðin fór í høllini á Skála seint í apríl í 2021, høvdu kvinnurnar hjá StÍF vunnið sítt fyrsta føroyameistaraheiti við samanløgdum 3-1 sigri á Neistanum, og fagnaðurin í reyðhvíta menniskjahavinum var ovurstórur. 

 - Hatta var heilt ótrúligt. Ein fantastisk løta og ein fantastiskur mánaður, sigur Guðrið Ellingsgaard við Árið ið fer í ítrótti. Vinstri vongurin taldist millum drúgvastu spælararnar hjá StÍF í bæði álops- og verjuspælinum, og fekk eisini sínar fyrstu dystir á føroyska hondbóltslandsliðnum. 

 - Hatta hevði nógv at siga fyri at fáa meira lív í felagið og í bygdina, leggur hon afturat.

Lítið sannførandi byrjan

Í grundspælinum gekk einki serligt, og kvinnurnar undir leiðslu av Jón Rasmussen fingu ikki spælið at glíða. Tær spældu ov nógv í sjálvdrátti.

 - Tað hekk ikki ordiliga saman hjá okkum, og vit spældu ov nógv fyri okkum sjálvar, greiðir Guðrið Ellingsgaard frá. So líðandi batnaði kortini, venjingarstøðan gjørdist betri og StÍF stríddist við VÍF um fjórða og síðsta plássið í grundspælinum. Eitt stríð, sum strandingarnir til endans vunnu, ikki minst við hjálp frá japanska málverjanum, Momoko Nakamura, sum vísti stórspæl, tá hon kom á liðið í desember.

Alt skuldi avgerast í apríl, og framvegis mundu tey flestu halda, at Kyndil, Neistin ella H71 fór at gerast føroyameistari. Men StÍF-bólturin var farin á rull, og apríl varð ein hondbóltsmánaður uttan líka hjá teimum reyðu og hvítu. 

Fyrst varð H71 á skránni. Eftir útisigur í Hoyvík skuldi longd leiktíð til á Skála, áðrenn Emmy Kass avgjørdi við sínum einasta máli í dystinum. Í hinum hálvfinalunum vann Neistin á grannunum úr Kyndli, og so var klárt til finalurnar, har StÍF vann ta fyrstu, Neistin aðru, StíF ta triðju, og síðan staðfesti StÍF meistaraheitið við stórsigri 30-20 í fjórðu finaluni á heimavølli. 

 - Tað var ótrúliga stuttligt. Vit trúðu so nógv upp á tað, tí vit sóu hvussu væl vit kundu spæla, og tá verjan stendur so væl, fært tú nógv løtt mál, sigur Guðrið Ellingsgaard. 

Japanarar settu dám á liðið og bygdarlívið

Stóri spælarin á liðnum hjá strandingum var Haruka Gima. Japanski spælskiparin kom til Føroyar ígjøgnum ein danskan umboðsmann, og hevur sett sín dám á felagið, har hon virkar sum bæði spælari og venjari.

Afturat henni komu Yuika Kirimoto, Mao Otani og Mamoko Nakamura - í fyrstu syftu fyri at arbeiða á Vahorn - men afturat hesum at spæla hondbólt. 

 - Tær høvdu nógv at siga fyri meistaraheitið. Haruka varð ársins spælari og Momoko varð ársins málverji, so tær høvdu sjálvsagt nógv at týða, sigur Guðrið Ellingsgaard.

 - Men tær gjørdu eisini hinar góðar. Verjan stóð væl, og tað hjálpti Momoko, og Haruka er ein góður spælskipari og spældi hinar upp.

Hinar, sum stóðu sterkar í myndini, vóru til dømis Lív Poulsen, sum kom á liðið miðskeiðis í kappingini, og spældi væl á høgra bakki og vongi. Karina Høgnesen skeyt mál av vinstra bakki og veteranurin inni á strikuni, Poula Dulavík Berg, varð vald á ársins lið.

Og so var tað Guðrið Ellingsgaard sjálv á vinstra vongi, sum veruliga fekk sítt gjøgnumbrot og eisini kom á ársins lið.

Landsliðið fekk risastórar avbjóðingar

Góða spælið í heimligu kappingini hevði við sær, at bæði Poula Dulavík Berg og Guðrið Ellingsgaard vórðu tiknar út til føroyska landsliðið, sum hevði ikki so lítlar avbjóðingar í 2021. 

Seks dystir vóru á skránni; fyrst tap ímóti Hvítarusslandi og Sveis í mars. Síðan var innleiðandi EM-undankapping á heimavølli ímóti Finnlandi og Ísrael, har Føroyar vunnu báðar dystirnar, og spældu seg víðari í EM-undankappingarbólk saman við Eysturríki, Rumenia og Danmark.

Dystir ímóti Rumenia og Danmark vóru í oktober. Føroyingar taptu við sjey fyri Rumenia á útivølli, og á heimavølli varð skrædl, tá Danmark vann 39-19.

 - Tað er altíð lætt at vera góð á einum góðum liði, og tað merkti eg væl í StíF, har eg fekk nógv góð útspøl, og tú lítir á tær, tú dekkar upp við síðuna av, sigur Guðrið Ellingsgaard. 

 - At tað hevði við sær, at eg slapp á landsliðið, var eisini ótrúliga stuttligt at sleppa at uppliva. Nú hava vit spælt ímóti Rumenia og Danmark, sum akkurát fekk bronsu í HM, og tað var ein sera stór uppliving, hóast tað kanska ikki gekk so væl.

StÍF steðgaði upp - skulu endurfinna spæligleðina

Meistaraliðið hevur havt stórar trupulleikar at røkka somu hæddum sum farna kappingarár. Nú grundspælið nærkast endanum, er nærum vist, at StíF ikki skal spæla hálvfinalur. 

Venjarin, Jón Rasmussen, takkaði fyri seg eftir meistaraheitið, og samstarvið við nýggja venjaran, Ljubica Buba Hansen, hepnaðist somikið illa, at tað steðgaði í oktober.

 - Kanska er tað eitt sindur ringt, tá tú hevur vunnið, at halda teg har uppi, heldur Guðrið Ellingsgaard. 

 - Men uppstarturin var heldur ikki góður, og so vóru ávísir trupulleikar við venjaranum.

Í staðin fyri Ljubica Buba Hansen varð Marius Joensen settur, og nú snýr tað seg um at endurfinna spæligleðina, sum eyðkendi meistaraliðið. 

 - Vit skulu aftur trúgva upp á, at vit kunnu, og byrja at hava tað stuttligt á vøllinum aftur, ístaðin fyri at kenna seg trýstan allatíð, sigur Guðrið Ellingsgaard.

Sí samrøðu við Guðrið Ellingsgaard úr Árinum ið fer í ítrótti omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519