Venjarin: nógv eydnaðist væl hjá okkum

Venjarin: nógv eydnaðist væl hjá okkum
Nógv eydnaðist væl, men Føroyar misnýttu alt ov nógvar kjansir, helt føroyski venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, eftir tapið fyri Týsklandi fyrra play-off dystinum
13.04.2022 - 20:27

Føroyski venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, var bæði nøgdur og ónøgdur eftir tapið fyri Týsklandi í fyrra play-off dystinum í Kiel í dag.

 - Eg sá eitt føroyskt lið, sum bardist manniliga. Eg sá fleiri góðar lutir á føroyska spælinum, men so sá eg eisini alt ov nógvar kjansir, sum vórðu brendir, segði Peter Bredsdorff-Larsen eftir 34-26 tapið.

Venjarin legði dent á, at týskararnir eru sterkir, og at tað vóru støður í dystinum, har munurin á skjótleika og styrki kom ov væl til sjóndar.

 - Hvør einstakur spælari skal hyggja at sínum egna avriki, og gera av, hvat kann gerast betri, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

Leygardagin skulu Føroyar spæla seinna play-off dystin í høllini á Hálsi í Havn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120