Fýra kjarnuøki í fýra ár

Fýra kjarnuøki í fýra ár
Nýggj fýra ára strategi við fýra kjarnuøkjum varð løgd fram á aðalfundinum hjá Ítróttarsambandi Føroya um vikuskiftið. Eitt av ítøkiligu málunum er nýggj úrvalsmiðstøð.
23.05.2022 - 18:10

Øll skulu við, úrvalsøkið skal styrkjast, fjálgast skal um tey sjálvbodnu og ítróttargleðin skal alast fram.

Hesi eru kjarnuøkini í nýggju strategiini hjá Ítróttarsambandi Føroya, sum varð løgd fram á aðalfundi um vikuskiftið.

 - Hatta eru tey fýra punktini, sum vit mugu leggja dent á, um vit skulu hava føroyingar at íðka ítrótt alt lívið, sigur forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, sum var afturvald á aðalfundinum.

 - Tað er týðandi, at vit seta fokus á breiddina, men tað hevur ikki minni týdning, at vit menna úrvalsíðkararnar, sigur hon.

Sersambondini hava síðstu tíðina arbeitt við menningarætlanini saman við ÍSF, og nú skulu tey undir at føra hana út í lívið.

 - Teirra uppgáva verður nú at fáa ætlanina út til ítróttarfeløgini, men vit fara við síðuna av at koma við tilfari og átøkum, soleiðis at øll í felag standa saman um hesi fýra fokusøkini.

Nýggj úrvalsmistøð á veg

Sum liður í menningin av úrvalsøkinum verður nýggj úrvalsmiðstøð sett á stovn.

 - Sum er, fær einstaki íðkarin ávísa upphædd úr úrvalsgrunninum, sum hann skal brúka til kapping, sigur aðalskrivarin hjá ÍSF, Petur Mittún.

 - Ætlanin nú er, at vit stovnseta eina úrvalsmiðstøð, sum kann ráðgeva og hjálpa úrvalsíðkarum í øllum ítróttargreinum, sigur hann.

Har skulu Føroya fremstu ítróttarfólk kunna leita sær góð ráð um venjing, kapping, kost, viðgerð og annað, sum tey hava tørv á.

Miðstøðin skal halda til í nýggja ÍSF-húsinum, sum skal byggjast næstu árini. 

 - Vit koma at skapa bygnaðin og grundarlagið, og so koma fysisku karmarnir seinni, sigur aðalskrivarin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576