Stuðul letur hurðar upp

Stuðul letur hurðar upp
Vektlyftararnir, Niels Áki Mørk og Maibrit Reynheim Petersen, eru ovurfegin um, at tey hava fingið úrvalsstuðul frá ÍSF á fyrsta sinni
09.01.2023 - 16:34

Nú fara tey at lyfta uppaftur tyngri.

Tað eru tey bæði, Niels Áki Mørk og Maibrit Reynheim Petersen, sannførd um, nú tey hava fingið úrvalsstuðul frá Ítróttarsambandi Føroya á fyrsta sinni.

 - Eg varð øgiliga, øgiliga glað. Vit royndu at søkja, men eg hevði ikki væntað, at vit fingu stuðul, sigur Maibrit Reynheim Petersen, sum hevur fingið 40.000 krónur.

Niels Áki Mørk fær 75.000 krónur frá Úrvali, og hann ivast ikki í, at hetta fer at lata nýggjar hurðar upp fyri tey bæði, sum bæði eru lesandi.

 - Um eg ikki hevði fingið stuðul, so veit eg ikki, um eg hevði kunna farið til allar kappingarnar. Nú varð tað so játtað, og eg kann fara til kappingar í Spania, Turkalandi, Finnlandi og Íslandi, sigur Niels Áki Mørk.

 - So kann eg eisini fáa fysioterapi og annað, sum eg ikki kundi frammanundan, hóast eg spardi pening saman, sigur vektlyftarin, sum longu telist millum teir bestu í norðurlondum í sínum aldurs- og vektbólki.

Maibritt Reynheim Petersen ivast ikki í, at betraðu umstøðurnar fara at síggjast aftur á úrslitunum.

 - Eg vænti heilt vist, at eg fari at fáa nøkur ordiliga góð úrslit í 2023 við hesari hjálpini, sum eg havi fingið nú, sigur hon.


Maibrit Reynheim Petersen fegnast um møguleikarnar, sum úrvalsstuðulin gevur
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098