Nøgdir men kortini ikki

Nøgdir men kortini ikki
Føroyska fótbóltslandsliðið er nøgt, men kortini ikki. Tað sigur eftirmetingin av javnleikinum ímóti Moldova, sum Håkan Ericson og spælarnir hava gjørt í makedónsku sólini
26.03.2023 - 14:35

Håkan Ericson er nøgdur við at fáa eitt stig á útivølli ímóti Moldova.

Peikifingurin hevur heilt víst eisini verið á lofti, tá landsliðsvenjarin og spælararnir hava eftirmett 1-1 javnleikin í Chișinău.

 - Vit verja ov langt afturi og alsamt longri afturi á vøllinum í seinna hálvleiki, og samsvaraði ikki við ætlanina, sum vit løgdu í hálvleikinum, sigur Håkan Ericson.

 - Vit eru eisini ov seinir at leggja teir undir trýst og fara í verulig kontraálop. Vit eru ikki nóg djarvir, og steðga á og hvíla við bóltinum alt ov ofta, sigur landsliðsvenjarin, nú seinasta hond verður løgd á fyrireikingarnar til venjingardystin ímóti Norðurmakedóniam sum verður mánadagin klokkan 17.

Føroyar løgdu seg á odda, tá Jákup Biskopstø Andreasen fann Meinhard Olsen, sum slapp at venda sær og renna ímóti moldovisku verjuni. Hann fann Mads Boe Mikkelsen, sum skeyt sítt fyrsta landsliðsmál. Eftir at hava trýst allan seinna hálvleiki á tamp, eydnaðist Moldova at javna, tá Heini Vatnsdal gjørdi brotsspark seint í dystinum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514