Ein risastór avbjóðing

Ein risastór avbjóðing
Pauli Mittún gleðir seg at spæla ímóti stjørnuni, Sander Sagosen, úr Norra, risastóru pólsku strikuni, Kamil Syprzak og kviku slovenunum, men virðingin skal ikki vera ov stór
10.05.2023 - 19:48

- Tá ið alt kemur til alt, er hetta eitt EM-endaspæl, og tað verður øgiliga ringt at taka stig frá nøkrum liði.

Tað segði føroyski landsliðsspælarin í hondbólti, Pauli Mittún, sum gleðir seg til at sleppa at royna seg ímóti norsku heimsstjørnuni, Sander Sagosen, stóru pólsku strikuni, Kamil Syprzak, og kviku og fintusterku slovensku spælarunum.

Málið skal kortini vera at vinna dystirnar, og tað ber bert til, um føroyski hópurin trýr upp á møguleikan.

 - Okkara mál skal vera at fara inn til hvønn dyst og veruliga vænta, at vit kunnu vinna, segði Pauli Mittún.

 - Tá ið tú spælir ímóti so góðum leikarum, er tað skjótt, at smátjóðir, sum vit, hava ov stóra virðing fyri teimum, tí teir hava størri og kendari nøvn, enn vit hava. Tað snýr seg um, at vit trúgva upp á, at tað kann lata seg gera, sama um vit møta Norra, Póllandi ella Slovenia.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391