Special Olympics: Hóri vann bronsu í ryggsvimjing

Special Olympics: Hóri vann bronsu í ryggsvimjing
Hóri Hemmingson vann seinnapartin bronsu í 100 metra ryggsvimjing á Special Olympics í Berlin.
22.06.2023 - 17:24

Hóri Hemmingson vann bronsu í 100 metra ryggsvimjing á Special Olympics World Games í Berlin seinnapartin.

Stórur spenningur var undan kappingi, tí greitt var, at tað kundi verða javnt millum fleiri.

Soleiðis var eisini, og hóast Hóri Hemmingson ikki av álvara blandaði seg upp í gullstríðið, eydnaðist at fáa heiðursmerki.

Hóri Hemmingson skal svimja aftur leygardagin.

 - Tá skal eg svimja 100 crawl, skjótt, og eg hopi, at eg endi á fyrsta, øðrum ella triðja plássi, segði Hóri Hemmingson eftir kappingina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558