Væl nøgdur við føroyska trýstspælið

Væl nøgdur við føroyska trýstspælið
René Shaki Joensen fekk gjørt sær dælt av ágangandi spælistílinum og stóra motorinum, tá Føroyar spældu sín besta dyst í EM-undankappingini og tryggjaðu sær stig í Tirana
21.11.2023 - 00:29

Var tað ein, sum var væl nøgdur við ágangandi spælið hjá Føroyum langt frammi á albansku hálvuni, so var tað René Shaki Joensen.

KÍ-motorurin spældi á miðvøllinum í málleysa javnleikinum í Tirana, og við Gunnari Vatnhamar aftanfyri seg, kundi hann loyva sær langt fram at trýsta mótstøðumenninar til mistøk.

 - Vit fara langt fram at trýsta, og vit blíva við at trýsta allan fyrra hálvleik, segði René Shaki Joensen eftir dystin.

 - So sær mann kanska, at vit missa kreftirnar til síðst, men tá eru teir eisini troyttir og stressaðir, og vit megna eisini at skapa nakrar góðar kjansir til síðst.


Gott avrik eftir hart landsliðsár

René Shaki Joensen duldi ikki fyri, at 2023 hevur verið eitt hart á fyri føroyska fótbóltslandsliðið við monnum.

Árið endaði, sum tað byrjaði; við einum javnleiki í Eysturevropa. Fyrsti dysturin endaði 1-1 í Moldova, og hin síðsti endaði málleysur í Tirana. Dystirnir ímillum hesar eru allir taptir og verða skjótt gloymdir.

 - Hetta hevur verið eitt hart ár viðvíkjandi bæði úrslitum og avrikum, viðgekk René Shaki Joensen.

 - Tað hevur verið tungt, men í fótbólti snýr tað seg allatíð um at royna at betra seg og hyggja frameftir. Og í dag megnaðu vit at koma eitt sindur longur fram, og tað hava vit mangla eitt sindur í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450