Aftur mótmæli móti byggisamtykt

Aftur mótmæli móti byggisamtykt
Krav um endurgjald hóttir Tórshavnar kommunu, verður uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri økið millum Grasagarð og Finsen samtykt 
 
12.08.2026 - 08:07

Krav um endurgjald hóttir Tórshavnar kommunu, verður uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri økið millum Grasagarð og Finsen samtykt. 

Tað siga tey, sum eiga ein matrikul í økinum.

Tey siga i hoyringarskrivi, at ætlaðu ásetingarnar á matriklinum eru mikið avmarkandi og einans ætlað til almenn endamál. 

Fyrivarni verður tikið fyri at krevja endurgjald fyri hesar ógvusligu og avmarkandi ásetingar. 

Talan er um margháttligt uppskot, sum líkist burturúr teirri siðvenju, sum er vanlig fyri tílík regluverk, verður sagt í hoyringarskrivinum. 

Lítið horn

Uppskotið víðkar verandi serstøku byggisamtykt til at umfata eitt stórt øki, uttan at gera týðandi broytingar í galdandi øki. 

Í einum evarska lítlum horni, har sum City Church er - ein tjúgundi partur av øllum økinum - verður loyvt at gera ein bygning, sum á ongan hátt hóskar til heildardámin í økinum, verður eisini sagt. 

Úrslitið verður í vídd og hædd í nøkulunda sama vavi sum Christianskirkjan í Klaksvík, sum liggur frítt fyri, men her á einum grundøki á stødd við eitt vanligt sethúsastykki, stendur í hoyringarskrivinum. 

Ætlaða byggingin verður til stóran ampa, verður sagt.

Kommunan fer við uppskotinum út um sínar heimildir, stendur eisini í hoyringarskrivinum. 

Kirkjubygging

City Church í Havn, sum fór illa av eldi í februar 2024, vil sleppa at byggja nýggjan bygning, sum er størri enn tann gamli.

Og tí er neyðugt at broyta byggisamtyktina, sigur kommunan.

Eittans hoyringarskriv kom um ætlaðu broytingina.

Tá kommunan hevur viðgjørt hoyringarskrivið, sendir kommunan uppskotið uppskotið um serstøku byggisamtyktina til landsstýrið.

Landsstýrið viðger síðani málið og letur kommununi sína avgerð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846