Sólstrálan 2023: Smíl og klemm í Neistanum

Sólstrálan 2023: Smíl og klemm í Neistanum
Gyða Djónadóttir og Jóhanna Østerø síggjast ofta í høllunum. Tær spæla, sita við dómaraborðið og venja yngri gentur í Neistanum. - Vit fáa altíð eitt smíl ella eitt klemm
08.02.2024 - 13:49

Ungu Neistagenturnar ivast ikki. Teimum dáma betri Gyðu Djónadóttir og Jóhannu Østerø enn eldru venjararnar.

 - Tað er nógv skekari, tí hinir eru nógv strangari, sigur Liva Danberg, sum spælir

 - Teir siga: 'Nú skulu tit dribbla' og 'nú skulu tit lurta eftir', og Gyða og Jóhanna siga 'flott klárað' og sovorði.

 

Sólstrálur

Ein av hesum 'strangu' eldru venjarunum er júst mamma Livu, Marjun Falkvard Danberg. Hon fegnast um, at børnini hava Gyðu Djónadóttir og Jóhannu Østerø sum fyrimyndir.

 - Tær duga øgilgia væl at fevna tær, taka tær við og gera ting, sum vit ikki altíð síggja, sigur Marjun Falkvard Danberg.

Gyða og Johanna siga seg sjálvar hava havt eldri fyrimyndir í felagnum, og tí vilja tær fegnar geva okkurt aftur.

 - Tá vit koma til venjing, fáa vit altíð eitt smíl ella eitt klemm, og altíð hava tær okkurt at fortelja.

 

Skipa fyri hugna

Gyða Djónadóttir og Jóhanna Østerø spæla sjálvar við gentum 14 og hjálpa mangan til við dómaraborðið, tá dystir eru í høllini. 

Afturat hesum skipa tær fyri hugnakvøldum fyri gentunum.

 - Tá gera tær ofta spurningar, og tá tað er jól, gera tær pakkaspæl, sigur Lea Káradóttir Horn.

 - Onkuntíð fara vit í Neistarúmið. Tá hava vit fingið pitsa og mammurnar hava bakað kaku, sigur Mia Rógvadóttir Holm.

 

Í uppskotið til nýggjan heiður

Gyða Djónadóttir og Jóhanna Østerø eru í uppskoti til at verða Ítróttasólstrálan 2023, sum ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum um vikuskiftið.

Hetta er nýggjur heiður til ung ítróttafólk undir 20 ár. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666