Tippar tepran danskan sigur og gleðist um 'føroyska hamaran'

Tippar tepran danskan sigur og gleðist um 'føroyska hamaran'
Serfrøðingurin hjá Portalinum, Agnar Prestá, er spentur at síggja, um føroyska liðið megnar at skapa málmøguleikar móti dønum í annaðkvøld
Agnar Prestá er ítróttajournalistur hjá Portal.fo.
25.03.2024 - 12:33

Føroyska mandslandsliðið dugir at skjóta mál, tað sást í 4-0 sigrinum á Liktinstein fríggjadagin. Liktinstein er tó ikki eitt landslið á ovastu fótbóltshill og langt frá.

Teir hava tapt 24 landsdystir á rað við einari málúrtøku upp á 71-2.

Í annaðkvøld verður mótstøðan ein heilt onnur, tá eitt nokkso trýst danskt landslið tekur ímóti føroyingum á leikvøllinum í Brøndby.

Adrian Justinussen hevur vakt ans í Danmark, síðani hann skifti HB út við Hillerød.

Nú er hann eisini byrjaður at vekja ans á landsliðnum, og Agnar Prestá fegnast um, at 'føroyski hamarin', sum danir hava doypt hann, vísir stórform.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040