Aðalstjóri hevur brotið lógina og fer frá 

Aðalstjóri hevur brotið lógina og fer frá 
Turid Arge, nú fyrrverandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, hevur brotið tænastumannalógina § 9 stk 1.  Tað er niðurstøðan í frá kanningarleiðaranum, Jens Nørtved
28.06.2024 - 19:46

Turid Arge fær eina átalu og fer frá sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Samstundis verður hon ráðgevi í Løgmálaráðnum, boðar Løgmansskrivstovan frá.



Fjalt upplýsingar

Jens Nørtved, kanningarleiðari, sigur í niðurstøðuni í kanningini, at Turid Arge hevur roynt at forða fyri innliti og fjalt upplýsingar fyri almenninginum og umboðsmanninum. Hon hevur tí brotið tænastumannalógina.

Jens Nørtved sigur víðari, at hetta eigur at fáa avleiðingar. Ein ávarðing er ikki nóg mikið, og hann mælir til eina átalu. 

Tað var í desember í fjør, at Turid Arge fór úr Heilsumálaráðnum, meðan málið um hana varð kannað, og Bjørgfríð Ludvig varð sett sum fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Tað var Løgingsins umboðsmaður, sum fyrst í desember í fjør gav aðalráðnum í Heilsumálaráðnum eina álvarsliga átalu - fyri ikki at geva Kringvarpinum innlit og fyri at geva manglandi innlit til sjálvan Umboðsmannastovnin, tá hann fór inn í málið.

Umboðsmaðurin segði millum annað, at tríggjar tær fyrstu frágreiðingarnar frá Heilsumálaráðnum til Umboðsmannin vóru so mikið avmarkaðar, at tær kunnu tulkast sum vantandi vilji at upplýsa klagumálið nøktandi yvirfyri umboðsmanninum.


Løgmaður og fyrrverandi løgmaður

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, tosa um, um tað møguliga eru onnur fjald mál í miðfyrisitingini, sum almenningurin ikki fær innlit í.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Gudstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854