Eyðun Klakstein valt 19 spælarar til krevjandi U21-dystir

Eyðun Klakstein valt 19 spælarar til krevjandi U21-dystir
Landsliðsvenjarin hevur gjørt tríggjar broytingar í hópinum frá seinast. Jørgen Nielsen er við aftur, og fyri fyrstu ferð eru boð eftir Leivi Guttesen og Beini Nolsøe
26.08.2024 - 14:32

U21-landsiðið hjá monnum í fótbólti hevur tveir krevjandi EM-undankappingardystir fyri framman.

Fyrri er á útvivølli móti Kroatia og seinni móti Grikkalandi á heimavølli.

Eyðun Klakstein er sum vera man glaður um at hava so nógv gott fólk at velja ímillum.

Nú verður næsta avbjóðingin at seta teir fyrstu 11 spælararnar, sum skulu spæla frá byrjan.

Landsliðsvenjararnir hava gjørt tríggjar broytingar í hópinum síðani seinasta dyst, tá Føroyar spældu móti Portugal í mars.

Leivur Guttesen úr HB og Beinir Nolsøe úr NSÍ hava fingið U21-landsliðsboð fyri fyrstu ferð.

Framherjin í Víkingi Jørgen Nielsen er eisini við aftur eftir leikbann.

Í fyrstu atløgu hevur venjarin sent boð eftir 19 spælarum, men møguliga verður ein afturat úttikin seinni í vikuni. 

Hópurin
Ari í Haraldstovu Petersen, KÍ Klaksvík
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Ási Dam, HB Tórshavn
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Ejvind Restorf Mouritsen, HB Tórshavn
Beinir Nolsøe, NSÍ Runavík
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur
Jørgen Nielsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36 Tórshavn
Leivur Fossdal Guttesen, HB Tórshavn

5. september:   Kroatia-Føroyar
10. september: Føroyar-Grikkaland


Portugal er fremst í bólkinum við 15 stigum. Nummar 2 og 3 eru Kroatia og Grikkaland við 13 og 11 stigum, og síðani koma Føroyar á 4. plássi við 7 stigum. Nummar 5 og nummar 6 í bólkinum eru Andorra og Hvítarussland, sum hava 3 stig í part.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666