Politikkur fluttur á sosialar miðlar

Politikkur fluttur á sosialar miðlar
Tá fjølmiðlar ringja til politikkarar í sambandi við uppsløg tey hava lagt á Facebook, tekur eingin telefonina. Hetta er ørkymlandi fyri fólkaræðið, sigur miðlafrøðingur.
15.04.2025 - 19:51

Politikkur flytur seg meira og meira á sosialar miðlar. Politikarar siga sínar hugsanir í tíðindaskrivum og á sosialum miðlum, men tá fjølmiðlarnir seta seg í samband við tey, hava tey onga viðmerking til tað, tey hava skrivað. Tað sigur blaðstjórin í Sosialinum, Eirikur Lindenskov. Hann skilir ikki, hví tey ikki vilja gera viðmerkingar til tað, tey hava sagt, tí tá tykist tað, sum tey ikki standa við tað. 

Uppgávan hjá fjølmiðlunum er at upplýsa borgarar um samfelagsviðurskifti og at halda vakið eyga við valdinum, sigur Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur. Á sosialum miðlum kann ein einstakur politikari lýsa eitt evni við sínum egnu vinklum og fortreytum. Tá eiga fjølmiðlarnir at koma við kritisku spurningunum, men tað ber ikki til, um fjølmiðlarnar ikki fáa fatur á politikarunum. Tað er ein trupulleiki fyri fólkaræðið, sigur Eyðbjørt Skylv Midjord. Tað er fólkaræðisligur trupulleiki, at borgarin ikki fær alla søguna við, og fjølmiðlarnir fáa ikki røktað sína skyldu til fulnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715