Støðan er hættislig

Støðan er hættislig
Toppfundur er í Tinganesi í løtuni millum leiðarar í norðurøkinum. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur støðuna vera hættisliga um okkara leiðir
12.05.2025 - 11:31

- Støðan er hættislig.

Soleiðis tók danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen til, tá hon var á veg á norðurlendskan toppfund í Tinganesi.

Á fundinum eru Aksel V. Johannesen, løgmaður, Kristrún Frostadóttir, íslendskur forsætisráðharri, Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri og Jonas Gahr Støre (talgilt), norskur forsætisráðharri.

Fundurin er brádliga fingin í lag, tí spenningurin í Norðuratlantshavi er øktur munandi. Mette Frederiksen vísir á støðuna í Ukraina og russisku hóttanina yvirhøvur, og so er støðug óvissa um, hvar USA stendur í øllum.

- Tað er av týdningi, at londini í Norðuratlantshavi standa saman, sigur Mette Frederiksen.

Hetta er ein snarvitjan, tí danski forsætisráðharrin, grønlendski landsstýrisformaðurin og íslendski forsætisráðharrin fara av landinum longu seinnapartin í dag.

Meira verður at frætta seinni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233