Víðagitni hvalurin vendir aftur

Víðagitni hvalurin vendir aftur
Avgusturin, sum brast fyri tólv árum síðan, verður stykkjaður saman aftur
27.06.2025 - 19:13

Hann gjørdist kendur víða, tá hann brast á Hvalastøðini við Áir fyri tólv árum síðan, meðan hann varð flensaður. Nú verður ein partur av honum sýndur fram.

Í 2013 viltist hann og kom á land. Hann kom ongantíð út aftur, og fáir dagar aftaná varð hann flensaður.

Beinagrindin hjá avgustinum er reinsað. Og bæði skølturin og undirkjafturin hjá hvalinum eru fluttir úr goymsluhølinum á somu hvalastøðina, har hann sprongdist.

Í dag vóru arbeiðsfólk hjá Tjóðsavninum á Hvalastøðini við Áir, har tey stykkjaðu saman skøltin og undirkjaftin hjá avgustinum. Skølturin er knappar fýra metrar langur.
 

Sí eisini, hvussu tað gekk fyri seg, tá avgusturin brast í innslagnum her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541