Við flogfari, bussi og ferju ímóti Orknoyggjum

Við flogfari, bussi og ferju ímóti Orknoyggjum
Føroyska oyggjaleikaferðalagi bæði fleyg, koyrdi og sigldi, tá leiðin gekk til Orknoyggjar, har kappingar vera alla vikuna
12.07.2025 - 09:51

Teir umleið 70 føroysku íðkararnir vóru troyttir seinnapartin fríggjadagin, tá ferja legði at í Stromness í Orknoyggjum, har oyggjaleikir vera næstu vikuna.

Føroyingarnir høvdu flogið, koyrt og siglt í góðar 12 tímar og vóru fegnir um at koma á land í lítla oyggjasamfelagnum norðanfyri Skotland, har bert á leið 21.000 fólk búgva.

Fyrst skuldu ítróttafólkini umframt venjarar og hjálparfólk finna útav, hvar tey búgva - onkur í Stromness og onnur í høvuðsstaðnum Kirkwall - og síðan varð farið undir at gera klárt til fyrstu venjingarnar.

Seinnapartin leygardagin er sjálv setanin, og sunnudagin byrja kappingarnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655