- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá Eirargarði til Oyrasund
Aðalráðini flyta út, meðan lesandi skulu flyta inn. Tað er ætlanin við Eirargarði, sum skal viðgerast í Løgtinginum hósdagin.
- Bygningurin var upprunarligar bygdur til lesandi. Tí er hetta upplagt, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.
Tørvur er á fleiri lestraríbúðum - og hetta er ein partur av loysnini, segði Aksel V. Johannesen í ólavsøkufrágreiðingini.
"Í heyst fara vit undir at gera skrivstovurnar á Eirargarði til á leið 50 bíligar leigubústaðir til ungfólk, sum lesa ella læra. Við tíðini kann Eirargarður gerast okkara Oyrarsund."
Fleiri ivamál hava kortini verið um ætlanina, tað hava eitt nú Landssjúkrahúsið og Umhvørvisstovan gjørt vart við.
Stjórin í Bústøðum er tó framvegis bjartskygdur - hann vónar, at fara undir verkætlanina í ár, men torir einki at lova.



























