Í ringum standi og skal høvuðsumvælast

Í ringum standi og skal høvuðsumvælast
Lekar, soppur og vánaligt inniumhvørvi. Trupuleikarnir hava verið kendir í áravís, men onki hevur verið gjørt at loysa trupuleikan til fulnar. Nú er ætlanin at høvuðsumvæla.
26.08.2025 - 19:25

Bygningurin í Steinatúni, har stórur partur av umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu húsast, er í vánaligum standi. Tað lekur, og soppur er staðfestur í bygninginum. Nøkur eru, sum ikki tola at vera í bygninginum.

Tórshavnar Kommuna hevur í dag havt kunningarfund um støðuna fyri teimum starvsfólkum, sum húsast í bygninginum í Steinatúni. 

Bygningurin er gamal, og trupuleikin hevur verið kendur í fleiri ár. Tað stendur við og versnar, sigur Johan Syderbø, deildarileiðari á Bygningsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu. 

Ætlanin er nú at ein høvuðsumvæling skal gerast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329