Eyðun Klakstein: Slakasti tímin undir mínari leiðslu

Eyðun Klakstein: Slakasti tímin undir mínari leiðslu
Fyrsti tímin ímóti Gibraltar var hin slakasti, síðan Eyðun Klakstein tók við sessinum. Tað helt venjarin, sum kortini kundi glaðast um trý stig, í hvussu er sjálvur
08.09.2025 - 23:01

Eyðun Klakstein var alt annað enn nøgdur við fyrsta tíman hjá Føroyum ímóti Gibraltar. Eitt avrik, hann kallaði fyri tað "slakasta, meðan eg havi verið venjari."

Tá komu broytingarnar eisini. Venjararnir sendu Jóannes Kalsø Danielsen, Hanus Sørensen og Jóan Símun Edmundsson á vøllin, og tað gjørdi mun. Martin Agnarsson gjørdist hetjan við avgerandi málinum í 68. minutti, og eftir hetta høvdu Føroyar tamarhald á dystinum og áttu kanska at økt um leiðsluna.

Liðið stillaði upp í eini 5-4-1 skipan, og viðmerkjararnir í sjónvarpsstovuni hjá Kringvarpinum, Oddbjørn Joensen og Teitur M. Gestsson settu spurning við, um tað ikki var eitt ov verjukent útgangstøði. 

 - Eg haldi ikki, at tað er so lætt at siga, at vit valdu skeivt frá byrjan. Tað var, sum tað var í fyrra hálvleiki. Til dømis spældi Brandur (Olsen, blaðm.) ikki líka væl í fyrra hálvleiki, sum hann gjørdi í seinna hálvleiki. Tá var hann framúr, segði Eyðun Klakstein. 

 - Men tað riggaði ikki nóg væl í fyrra hálvleiki. Eitt sindur for nógvir tekniskir feilir, bólturin hoppaði eitt sindur, og tað var eitt sindur febrilskt. Og so manglaðu vit eitt sindur av gejsti eisini, viðgekk venjarin, sum rósti Martini Agnarsson fyri sítt avrik.

 - Marin hevur ment seg nógv tað síðsta árið. Hann hevur spælt fast í Aarhus Fremad, og eg havi sæð avrikini hjá honum. Ikki minst síðan teir eru farnir eina deild upp, har hann faktiskt hevur spælt betur enn í lægru deildini. Hann er ordiliga á veg sum ein landsliðsspælari, segði Eyðun Klakstein.

Føroyar vunnu seg við sigrinum upp á seks stig, og í roynd og veru er hendan undankappingin bjargað. Lítil ivi man kortini vera um, at føroyingarnir ætla sær meir, tá Montenegro og Kekkia vitja á Tórsvølli í oktober.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777