Bill McLeod Jacobsen fingið starv í norskum fótbólti

Bill McLeod Jacobsen fingið starv í norskum fótbólti
Fyrrverandi føroyski U21-landsliðsvenjarin skal nú arbeiða við venjaramenning í Sogndal, sum satsar stórt upp á ungdóms- og akademifótbólt
Bill McLeod Jacobsen er longu farin til arbeiðis, og skal arbeiða saman við venjarunum í øllum menningardeildum hjá felagnum
Mynd: Sogndal Fotball  
 
17.05.2026 - 18:59

Fyrrverandi føroyski U21-landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, hevur fingið nýtt starv.

Sogndal hevur sett 52 ára gamla klaksvíkingin sum venjaramennara í menningardeildini hjá felagnum. Har skal hann arbeiða tætt saman við venjarunum í felagnum, og hjálpa til við at menna bæði teir og umhvørvið rundan um fótbóltin í Sogndal.

– Eg skal arbeiða tætt saman við venjarunum, menna teir og hjálpa teimum at fáa tað besta fram í gerandisdegnum á vøllinum. Samstundis snýr hetta seg um at menna felagið og umhvørvið rundan um fótbóltin her í Sogndal, sigur Bill McLeod Jacobsen við heimasíðuna hjá felagnum.

Starvssetanin verður av Sogndal lýst sum eitt týdningarmikið stig fyri at tryggja víðari menning av akademinum.

Bill McLeod Jacobsen hevur UEFA Pro-venjaraloyvi, og hevur arbeitt við fótbólti í meira enn 35 ár, millum annað sum U21-landsliðsvenjari frá 2007 til 2016.

Eftir nógv ár í føroyskum fótbólti, hevur hann nú valt at royna seg uttanlands, og skal eftir ætlan vera í Noregi í hálvtannað ár - í fyrstu atløgu.

– Sogndal er eitt felag við greiðum málum og sterkari mentan fyri menning. Hetta verður ein spennandi møguleiki at royna meg í einum nýggjum umhvørvi og brúka tær royndirnar, sum eg havi savnað gjøgnum nógv ár, sigur hann.

Hann heldur eisini, at føroyskir venjarar hava nógv at bjóða uttanlands, og eiga ikki at smæðast burtur frá slíkum avbjóðingum.

Hoyr innslag í tíðindunum her:

Innslag_vid_Bill_McLeod

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777