Tað ber ikki til at siga, hví so nógvur roykur er í Sandoyartunnlinum

Tað ber ikki til at siga, hví so nógvur roykur er í Sandoyartunnlinum
Tað sigur Uni Danielsen, stjóri, sum tó vissar um, at ein loysn er funnin
29.09.2025 - 19:11

Sandoyartunnilin hevur í longri tíð havt trupulleikar við mjørka og royki, og leygardagin stóð so illa til, at fleiri bilførarar róptu varskó.

Beinta Simonsen koyrir dagliga gjøgnum Sandoyartunnilin, og var millum teirra ið stúrdi fyri túrinum leygardagin:

- Tað var so svart í mjørka, at eg sá ikki mótkoyrandi bilar.

Tað var eitt serdømi leygardagin, sigur Uni Danielsen, stjóri fyri undirsjóvartunlarnar í Føroyum, sum leggur afturat, at ein loysn er funnin:

- Her eru viftur sum eru frá morgun og kvøld, og tað bøtar um støðuna.

- Tað ber ikki til at siga, hví júst Sandoyartunnulin hevur slíkar trupulleikar, tí tunnilin er bygdur á sama hátt sum hinir, sigur stjórin.

Hesum verður greitt nærri frá í innslagi í Degi og viku.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762