Fáa kjansin í Golden League

Fáa kjansin í Golden League
Pauli Rasmussen og Høgni Heinason, sum báðir spæla í føroysku hondbóltskappingini, eru við í landsliðshópinum til Golden League, og venjarin lovar, at teir fáa kjansin
28.10.2025 - 16:00

Tveir av størstu profilunum í føroysku hondbóltskappingini, Pauli Rasmussen úr StÍF og Høgni Heinason úr H71, teljast nú eisini millum fesku spælararnir í føroyska landsliðshópinum.

Báðir eru tiknir út til venjingarkappingina Golden League, har Føroyar skal royna seg ímóti Hollandi, Norra og Danmark.

 - Hetta er ordiliga stuttligt. Ikki nakað, mann væntaði, sigur 18 ára gamli Pauli Rasmussen, og Høgni Heinason er samdur.

 - Tað er sjálvandi ordiliga stuttligt. Tað er ein stór uppliving at sleppa at venja við teimum, sigur ungi hoyvíkingurin, sum var kosin besti spælarin í Burn-deildini síðsta kappingarár.

 

Spennandi ungir spælarar

Og tá hann sigur "teimum" meinar hann við stjørnur sum Elias Ellefsen á Skipagøtu, Vilhelm Poulsen og hinar, sum í nógv ár hava verið yrkisspælarar uttanlands. Í roynd og veru er sjáldan, at spælarar úr føroysku kappingini sleppa við yvirhøvur.

 - Vit hildu, at tað kundi verið spennandi at taka nakrar góðar ungar spælarar við. Høgni spældi sera væl til U21-HM í summar og taldist millum lyklaspælararnar, tá Føroyar vunnu bronsu. Tað verður spennandi at síggja hann í hesum høpinum. Og Pauli Rasmussen hevur fingið eina flúgvandi byrjan í landskappingini og er ein sera evnaríkur spælari, sigur Peter Bredsdorff-Larsen, sum lovar, at allir spælarar sleppa á vøllin í kappingini í Tróndheimi.

 

Gidsel og hinir bíða í ríkisuppgerðini

Føroyar byrja við dysti ímóti Hollandi hóskvøldið. Leygardagin er Norra mótstøðulið, áðrenn Danmark bíðar í síðsta dystinum sunnudagin.

Ert tú sum danskari serliga spentur upp á tann dystin?

 - Eg haldi faktiskt ikki, at eg eri líka spentur sum føroyingarnir. Eg fái eina fatan av, at her eru fleiri, sum sera fegnir vilja vinna á Danmark, sigur venjarin við einum smíli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423