- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin bakkar eftir trýsti frá næmingum og lærarum
Í útvarpinum í gjár segði landssstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, at útbúgvingarnar klædnaatstøði og tilvirkisatstøði skuldu strikast, millum annað tí at útbúgvingarnar ikki eru førleikagevandi.
Hetta skilja næmingar og lærarar á útbúgvingunum als ikki.
Tey halda tvørturímóti, at útbúgvingin skuldi verið uppraðfest, so at man legði eitt ár aftrat útbúgvingini og fekk eina fullfíggjaða handaliga útbúgving.
Ikki førleikagevandi
Landsstýrismaðurin hevur sagt, at útbúgvingarnar skulu strikast, tí tað er neyðugt at fremja sparingar, og hendan útbúgvingin kann strikast, tí hon ikki er førleikagevandi.
Tað, sum landstýrismaðurin meinar við, at útbúgvingin ikki er førleikagevandi, er tað, at tað ikki ber til at søkja inn á aðrar útbúgvingar við próvnum, man fær.
Hetta eru lærararnir ósamdir við landsstýrismanninum í. Teir halda at útbúgvingin er sera førleikagevandi.
Fyrrverandi næmingar arbeiða í fakinum
Eftir at næmingarnir og lærararnir høvdu fingið boðini um, at útbúgvingin skuldi strikast, settu tey seg í samband við 100 fyrrverandi næmingar og spurdu, hvat tey gera í dag.
Laila av Reyni, undirvísari sigur, at øll fáast enn við tað, sum tey gjørdu á klædnaatstøði á ein ella annan hátt - heima við hús ella sum sítt yrki.
Ikki neyðturviliga sum seymikonur, men innan yrkið, tí vit arbeiða talgilt á ymsar hættir, sigur Laila av Reyni, lærari.
Er førleikagevandi
Kringvarpið hevur eisini tosað við fyrrverandi næmingar á klædnaatstøði.
Fleiri av teimum siga, at tey brúktu sínar royndir og eginleikar frá útbúgvingini at søkja inn á hægri útbúgvingar við kvotu 2.
Kvota 2 er eitt slag av upptøkuroynd til eina útbúgving, har próvtøl ikki hava stóran týdning, men hvat man dugir og hevur fingist við. Í kvotu 1 søkir man inn á útbúgvingingar við próvtølum.
Gott alternativ til ta bókliga
Evi Maria Josepsen og Jórunn Sofusardóttir á Gravarbø eru næmingar á klædnaatstøði.
Tær halda ikki, at tað er eitt gott hugskot at strika útbúgvingina, tær eru í gongd við.
Evi Maria byrjaði á einari gymnasialari útbúgving, men tað bókliga var ov tungt, og tað var ikki fyri hana, so hon gavst.
Evi Maria Josephsen er sera glað fyri møguleikan at læra til klædnaatstøðing (Mynd: Mathias Dimon Næs)
Hon fór at arbeiða á Seymistovuni í Klaksvík, tí hon hevur altíð seymað og dámt tað sera væl.
So fann hon vangan hjá klædnaatstøðingunum á Instagram, og hon hugsaði at tað var akkurát nakað fyri hana.
Hon søkti inn og trívist sera væl á útbúgvingini. Hon kundi tonkt sær at tikið restina av útbúgvingini, men sum nú er, má hon til Danmarkar at gera tað.
Heimagangandi mamma í sjey ár
Jórunn Sofusardóttir á Gravarbø søkti spontant inn á klædnaatstøði.
Hon hevur altíð fingist við ymiskt kreativt og var fyri nøkrum árum síðani á hárbreytini á Glasir.
Hon hevur verið heimagangandi mamma í sjey ár, men fann eisini klædnaastøðingaútbúgvingina á sosialum miðlum, og avgjørdi at søkja inn.
Hon er sera glað fyri tað í dag, og heldur einki um hugskotið, at strika útbúgvingarnar.
Jórunn hevur ikki møguleika at fara til Danmarkar at gera útbúgvingina lidna, men um hon kundi gjørt hana lidna í Føroyum, hevði hon heilt sikkurt gjørt tað, sigur hon.
Tá næmingarráðið á Glasir hoyrdu um ætlanirnar, møttust tey so skjótt tey fingu møguleikan.
Tey halda heldur ikki, at útbúgvingarnar klædna- og tilvirkisatstøði skulu strikast.
Ynskti ikki at vitja á Glasi
Í samskifti við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í útbúgvingarmálum, spurdi Kringvarp Føroya, um hann kom við út á Glasir at greiða næmingunum á breytunum frá, hví hann ætlaði at strika tær? Ella um hann vildi gera eina samrøðu?
Hann ivaðist í fyrsta møguleikanum og skuldi venda aftur.
Hann valdi seinna møguleika - bara at gera samrøðu.
Landsstýrismaðurin trilvandi
Í samrøðu við útvarpið í gjárkvøldi, segði hann, at útbúgvingarnar skuldu strikast.
Men tá Kringvarpið tosaði við hann í dag, var hann ikki líka avgjørdur.
Hann segði, at hetta bert er eitt uppskot, og at tey fara at endurskoða tað. Hetta eftir allar viðmerkingarnar, ið hann hevur fingið, eftir at hann hevði sagt at útbúgvingarnar skuldu strikast.
Við útvarpið í gjár, segði hann, at klædna- og tilvirkisatstøði kundu strikast, tí at har vóru fleiri aðrir líknandi møguleikar.
Hann nevndi skapandi fyrireikingarbreyt á Glasir, húsarhaldsskúlan Rótin og kvøldskúlaskeið.
Landsstýrismaðurin bakkar
Randi Samsonsen og Laila av Reyni, undirvísarar á klædna- og tilvirkisatstøði, eru ósamdar. Tær siga, at tað er einki líknandi tilboð, sum klædna- og tilvirkisatstøði í Føroyum.
Í samrøðu til Dag og Viku í dag, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, nú, at útbúgvingarnar skuldu styrkjast.
Kringvarpið spurdi, um hann so hevur broytt meining síðani í gjár, tá hann segði, at útbúgvingarnar skuldu strikast, men nú skuldu tær styrkjast?
Tað vildi hann ikki siga, men hann fór at endurskoða uppskotið og tosa við avvarðandi partar um tað bestu loysnina.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, sigur nú, at tað helst kemur eitt broytingaruppskot.
----
FAKTA UM KLÆDNA- OG TILVIRKISATSTØÐI
Tilvirkisatstøði arbeiðir við handverks-traditiónum innan tilfar og tekstil. Her ber til at fáa eina grundvitan innan tekstilhandverk, tilfarsvitan, design og at læra um møguleikarnar at skapa við hesum. Á tilvirkisatstøði koma næmingarnir ígjøgnum verkætlanir, har tey læra at arbeiða við handverkinum, designtólum og skapandi prosessum. Næmingurin fær handaligan og tekniskan kunnleika innan binding, veving, hekling, broderí, tøving v.m. Hendan útbúgving er serføroysk, tí tey leggja dent á føroyskar siðvenjur og føroyskt tilfar. Tey fáast t.d. nógv við ull og tilfeingi vit hava í Føroyum.
Klædnaatstøði er ein 2 ára grundútbúgving, har tú av sonnum fært høvi at royna tíni skapandi evnir innan mótaverðina. Útbúgvingin er spennandi og kreativ, og tú fært hollan kunnleika innan klædnaframleiðslu. Arbeitt verður við sniðgeving, seyming, konstruktión og mótasøgu. Sum útbúgvin klædnaatstøðingur hevur tú møguleika at lesa víðari til sniðgeva, klædnahandverkara, ella tú kanst velja at arbeiða á seymistovu ella gerast sjálvstøðugur vinnurekandi. Útbúgvingin kom til Føroyar í eini roynd at halda ungum og serliga kvinnum í landinum, í eini tíð, tá tað var nógv fráflyting. Hetta tosar man eisini nógv um í dag, og tí skilir Maisól Hentze, limur í næmingaráðnum, als ikki, hví man ætlar at strika útbúgvingina. Øll útbúgvingin tekur 3 ár, men man hevur bert 2 ár av útbúgvingini í Føroyum. Næmingarnir og lærarar hava leingi ynskt, at tað skal bera til at taka 3. árið í Føroyum. Sum nú er, er neyðugt at fara uttanlands at gera útbúgvingina lidna.
Kelda: Glasir.fo






























