Kiel uttan evropahondbólt fyri fyrstu ferð síðan 1993

Kiel uttan evropahondbólt fyri fyrstu ferð síðan 1993
Kappingarárið hjá THW Kiel endaði í fiasko, tá Lemgo vann í Wunderino-høllini á tók 5. plássið frá týska risanum, sum tískil ikki spælir í Evropa næsta ár
Mynd: THW Kiel  
 
07.06.2026 - 16:59

Elias Ellefsen á Skipagøtu skal ikki spæla evropeiskan hondbólt við THW Kiel næsta kappingarár.

Í 34. og síðsta dystinum í Bundesliguni tapti Kiel á heimavølli fyri Lemgo, sum samstundis yvirhálaði Kiel og tók 5. plássið frá norðurtýska stórfelagnum.

Tað eydnaðist heldur ikki at vinna European League-finaluna ímóti Melsungen fyri kortum, og tað merkir alt annað líka, at Kiel ikki verður við í nakrari evropeiskari kapping hjá EHF fyri fyrstu ferð síðan 1993.

 

Mangla skadda Elias

 Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur mestsum ikki verið á vøllinum fyri Kiel síðan EM-endaspælið í januar. 

Føroyska spælskiparin er framvegis skaddur í økslini, og at Kiel hevur saknað hansara eginleikar í bakketuni hevur verið sjón fyri søgn. Eisini aðrir lyklaspælarar hava sitið uttanfyri við skaða hetta tíðarskeiðið.

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi annars veruliga vart við í heyst, tá hann í fleiri dystum á rað vísti satt stórspæl.

 

Flúgvandi Gidsel staðfesti 2. plássi hjá Füchse Berlin

Hákun West av Teigum skeyt eitt mál upp á tvey skot, tá Füchse Berlin vann 43-38 á Flensburg og staðfesti 2. plássið í kappingini, sum gevur Champions League pláss aftur næsta ár.

Mathias Gidsel stjól allar yvirskriftirnar við heili 18 málum í Max-Schmeling-leikhøllini í Berlin. Danin kom sostatt heilt upp á 314 landskappingarmál uttan brotskøst í 25/26 og knústi sítt egna met.

Hákun West av Teigum endaði á 89 bundesligamálum hetta kappingarárið. Kappingarárið er kortini langt frá liðugt hjá føroyska vonginum.

Næsta vikuskiftið er Final Four í Champions League á skránni, har Füchse Berlin møtir týska meistaranum Magdeburg í hálvfinaluni.

Triði føroyingurin í Bundesliguni, Vilhelm Poulsen, endaði nummar 11 saman við felagi sínum Hannover Burgdorf. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233