Venjarin fegnaðist: Nakrar fingu hvíld og aðrar fingu spælitíð

Venjarin fegnaðist: Nakrar fingu hvíld og aðrar fingu spælitíð
Claus Mogensen fekk dystin hann ynskti sær ímóti Paraguai og kjansin at hvíla m.a. Janu Mittún og Pernille Brandenborg, meðan fleiri aðrar fingu virðismikla spælitíð
30.11.2025 - 17:03

Claus Mogensen fekk ikki bert sigurin, men eisini dystin, sum hann ynskti sær ímóti Paraguai í síðsta umfari av HM-bólkaspælinum í Trier í dag.

Serliga eftir steðgin gjørdist munurin somikið stórur, at venjarin kundi loyva sær at hvíla fleiri lyklaspælarar - m.a. Janu Mittún, Pernille Brandenborg og Súnu Krossteig Hansen - meðan aðrar fingu virðismiklar minuttir í beinini.

 - Tað verður ein róligur dagur fyri tær, sum hava hava borið ta tungu byrðuna higartil, og tað hevur týdning, tí tað skulu tær aftur seinni, segði venjarin.

 - Harafturat er tað týdningarmikið, at fleiri av spælarunum, sum ikki hava spælt so nógv higartil, fáa eina kenslu av, at tær eisini eru við í HM, og at tær eisini hava ein leiklut, segði venjarin.

Millum tær, sum komu inn taldust Anna Elisabeth H. Weyhe, Karin Egholm og Marianna G. Eystberg, sum skeyt síni fyrstu HM-mál og meldaði seg inn í brotskastskjakið.

Føroyar fáa tvey stig við sær í miðumfari, har dystir ímóti Íslandi, Serbia og Týsklandi bíða.

 - Nú standa vit frammanfyri trimum hørðum dystum, og vit komu til HM við tí fyri eyga at spæla okkara bestu dystir higartil, og koma vit nær einum sigri afturat, er tað meir, enn vit høvdu roknað við frammanundan, segði Claus Mogensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045