Leita eftir týskum veikleikum

Leita eftir týskum veikleikum
Dysturin ímóti Paraguai var ikki meir enn vunnin, tá venjaratoymið fór í gongd við at hyggja nærri at Týsklandi. Sjálvt í bussinum varð leitað eftir týskum veikleikum
01.12.2025 - 17:48

Tað er ikki hissini uppgáva, sum bíðar føroysku hondbóltskvinnunum, tá tær í morgin bresta saman við vertstjóðini Týsklandi frammanfyri 15.000 áskoðarum í Dortmund.

Vertirnir spældu seg í miðumfarið við fullum stigatali og byrja tí á fýra stigum, men føroyska venjaratoymið er farið undir uppgávuna við góðum treysti.

Dysturin ímóti Paraguai var ikki meir enn vunnin, tá venjaratoymið fór í gongd við at hyggja nærri at Týsklandi. Sjálvt teir knapt 300 kilometrarnir í bussinum úr Trier til Dortmund vórðu brúktir til at leita eftir týskum veikleikum.

 - Ja, tað gera vit, greiddi hjálparvenjarin Simon Olsen frá til venjingina seinnapartin í dag.

 - Vit innstilla okkum sjálvandi eftir mótstøðuliðunum, og í og við at vit í gjárkvøldið funnu útav, at tað vóru týskararnir, byrjaðu videofyrireikingarnar beinanvegin. Tað snýr seg stutt og greitt um at analysera álops- og verjuspæl og soleiðis royna at finna útav, hvussu vit kunnu brúka okkara førleikar at bjóða teimum av, segði hjálparvenjarin.

Føroyar spæla ímóti Týsklandi í annaðkvøld klokkan 19.30. Kringvarpið byrjar at senda frá dystinum klokkan 19.00.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375