Claus: - Vit mugu variera okkara álopsspæl

Claus: - Vit mugu variera okkara álopsspæl
Tær týsku kvinnurnar høvdu fyrireika seg væl ímóti okkum, og tí verður neyðugt at leggja afturat og variera okkara álopsspæl, sigur Claus Mogensen, føroyskur landsliðsvenjari
03.12.2025 - 15:18

- Innstillingurin var rættur, men viðhvørt mást tú viðurkenna, at tú ert upp ímóti einum betri liði, og tað vóru vit í gjár móti Týsklandi, sigur Claus Mogensen, føroyskur landsliðsvenjari.

Hann roknar tó ikki við, at Serbia fer at verja eins og Týskland, tí serbisku kvinnurnar koma at standa meira flatt í verjuni og brúka sín fysikk, heldur Claus Mogensen.

- Eg eri sannførdur um, at Serbia vil hava ein skitnan dyst í morgin, og tí tað verður eitt øðrvísi mentalt trýst móti okkum, sum fleiri av okkara spælarum ikki hava roynt áður, roknar føroyski landsliðsvenjarin við.

Claus Mogensen og venjararnir hava lagt til merkis, at liðini fyrireika seg væl móti føroyska liðnum, og tí er neyðugt at variera álopsspæli.

- Vit rokna við, at vit fara at variera ímillum sjey móti seks og seks móti seks, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392