Erkabiskupur jarðaður í Rituvík

Erkabiskupur jarðaður í Rituvík
Tað var ein søguligur dagur í Rituvík í dag, tá Nemuel Babba, fyrrverandi erkapiskupur í Nigeria, fór til jarðar
15.12.2025 - 19:23

Nemuel Babba, fyrverandi erkabiskupur í kristnu-luthersku kirkjuni í Nigeria, hevur valgt kirkjugarðin í Rituvík til sítt seinasta hvíldarstað. 

Rituvík er heimbygdin hjá konu hansara, Kaju Nemuel - fødd Lamhauge.

Prestar, próvstar, aðrir biskupar og Musa Panti Filibus, sitandi erkabiskupur í Nigeria, vóru við til jarðarferðina.

Hetta er fyrstu ferð síðani reformatiónina, í 1500-talinum, at ein bispur verður jarðaður í Føroyum. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392