Deyð fólk í lastbili vóru kinesarar

Deyð fólk í lastbili vóru kinesarar
Tey 39 fólkini, sum í gjár vórðu funnin deyð í Essex í Bretlandi, eru kinesarar, skriva bretskir fjølmiðlar
39 fólk vórðu fyrranáttina funnin deyð í hesum lastbilinum í Grays, sum er umleið 40 kilometrar uttan fyri London
Mynd: AP  
 
24.10.2019 - 13:59

Tað skriva fleiri bretskir miðlar, teirra millum BBC og Sky News. Løgreglan hevur ikki váttað tíðindini, men løgreglan sigur seg kanna, um talan er um skipaða smugling av fólki.

Løgreglan kannaði í nátt tveir bústaðir í Norðurírlandi. Tað varð gjørt, tí 25 ára gamli maðurin, sum koyrdi bilin, er úr Norðurírlandi.

Hann varð tikin og er skuldsettur fyri manndráp. Maðurin avheintaði lastina, og tí skriva fleiri miðlar, at tað er óvist, hvat hann visti um fólkini í bingjuni.

 >> SÍ EISINI 39 lík funnin í bingju

Fólkini vórðu funnin í eini kølibingju, og tey sum kenna slíkar bilar, siga møguleikar vera fyri, at tey deyðu eru fryst í hel.

Myndugleikarnir í fleiri londum kanna málið. Myndugleikarnir í Bulgaria siga, at bilurin er skrásettur í Varna í Bulgaria, men at eigarin er ein írskur ríkisborgari.

Løgreglan í Norðurírlandi sigur seg fara at gera kanningar í málinum, fyri at hjálpa løgregluni í Essex, og løgreglan í Belgia, haðani bilurin kom, ger eisini kanningar í málinum.

Líknandi mál í 2000

Hetta málið minnir nógv um eitt mál frá 2000, tá 58 kinesarar vórðu funnin deyð í einum lastbili í Dover, sum er umleið 120 kilometrar eystan fyri London

Í gjár vórðu níggju aðrir migrantar funnir á lívi í einum bili á einum vegi í Kent. Teir eru kannaðir og lætnir innferðarmyndugleikunum.

Í 2015 vórðu 71 fólk funnin deyð í einum kølibili í Eysturríki. Tá helt løgreglan, at talan var um skipað brotsmannavirksemi, sum ein bólkur úr Bulgaria og Ungarn stóð fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672