Val í Hong Kong í dag

Val í Hong Kong í dag
Ófriðurin síðstu tíðina tykist einans at hava skumpað undir vallutøkuna, sum setir met.
 
24.11.2019 - 10:13

Økisval er í Hong Kong í dag.

Hóast valið ikki er til tjóðartingið, hevur valið í dag stóran týdning, tí tað verður sæð sum ein roynd av undirtøkuni hjá umstrídda leiðaranum, Carrie Lam.

Ófriður hevur verið í Hong Kong síðstu fimm mánaðirnar og ivamál verið, um valið í dag í heila tikið fór at vera.

Carrie Lam hevur boðað frá, at tað kundi koma upp á tal at avlýsa valið í dag um ófriður fór vera, men higartil tykist alt at hava gingið friðarliga fyri seg.

Vallutøkan hevur eisini verið met-høg. 

Bæði umboð fyri einum tættari samstarvi við Kina, og tey, ið siga seg ynskja eitt fríðari Hong Kong, hava eggjað fólki til at fara friðarliga á val, og tí er stórur spenningur um hvussu úrslitið verður.

1090 valevni eru uppstillaði til 452 sessir, býtt á 18 økisráð.

Valúrslitið væntast at vera greitt seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094