USA hóttir við tolli

USA hóttir við tolli
USA hevur hótt við at leggja toll á franskar vørur. ES-nevndin fer at svara aftur, um so verður, sigur Daniel Rosario, talsmaður fyri ES-nevndina
USA hevur hótt við tolli sum aftursvar til, at Frakland hevur samtykt at leggja skatt á talgildar tænastur frá altjóða KT-risum
 
03.12.2019 - 15:38

Talsmaðurin fyri ES-nevndina sigur, at nevndin er í tøttum sambandi við myndugleikarnar í Paris um næsta stigið.

Rosario leggur aftrat, at nevndin vil hava virðiliga loysn, men at ES eisini hevur møguleika at skjóta málið inn fyri heimshandilsstovnin, WTO.

Ónøgd um risafyritøkur

Amerikanski tollurin kann ikki góðtakast, segði franski fíggjarmálaráðharrin, Bruno Le Maire, í dag.

USA hevur hótt við tolli sum aftursvar til, at Frakland hevur samtykt at leggja skatt á talgildar tænastur frá altjóða KT-risum sum Facebook og Google.

Lógin um skattin kom, tí ónøgd hevur verið um, at nakrar av heimins ríkastu fyritøkum skapa sær skattaskjól og bara rinda eitt eiti av skatti, har tær reka fyritøkur sínar.

Skulu gjalda trý prosent í tolli

Nýggja franska lógin merkir, at tøknifyritøkur, sum hava meira enn sjey milliardir krónur í alheims inntøku á hvørjum ári, skulu rinda trý prosent í skatti á eitt nú perónligar dátur, sum verða seldar, og á aðrar inntøkur.

Stjórnin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, heldur, at skatturin ger mismun ímóti amerikonsku netrisunum, og hann hóttir við at seta toll á amerikanska innfluting av fronskum vørum, sum aftursvar.

Tað kann merkja, at amerikanskir innflytarar mugu rinda upp í 100 prosent í tolli fyri franskar vørur sum champagnu og ost.

Vilja helst sleppa undan móttiltøkum

Tollurin kann verða settur í gildi miðskeiðis í januar, og fevnir um vørur fyri 2,4 milliardir dollarar. Tað svarar til 16,2 milliardir krónur.

Vit høvdu ikki roknað við slíkum atburði frá USA móti einum sameindum, Fraklandi, og Evropa sum heild, segði franski fíggjarmálaráðharrin, Bruno Le Marie. Hann leggur tó dent á, at hann helst vil sleppa undan revsing og móttiltøkum.

Trump segði við fjølmiðlar í London í dag, har hann er á NATO-toppfundi, at tøknifyritøkurnar eru okkara feløg. Tey eru amerikonsk feløg. Eg vil krevja skatt frá hesum feløgunum. Tey skulu ikki rinda skatt í Fraklandi, segði Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418