Fyrrverandi forsetin í Pakistan dømdur til deyða

Fyrrverandi forsetin í Pakistan dømdur til deyða
Pervez Musharaff er dømdur til deyða fyri hásvikagerð - tað, sum eisini verður nevnt højforræderi
Rættarmálið móti Pervez Musharaff byrjaði í 2014. Nú er hann dømdur til deyða
 
17.12.2019 - 11:21

Musharaff varð dømdur til deyða in absentia. Tað er, at hann var ikki staddur í rættinum, tá dómurin varð sagdur. Musharaff er í løtuni í útlegd í Dubai fyri at sleppa undan revsing.

Fyrrverandi generalurin tók valdið í Pakistan í 1999, tá hann koyrdi stjórnina hjá táverandi forsætisráðharranum, Nawaz Sharif, frá. Musharaff var foreti frá 2001 til 2008.

Málið um hásvikagerð snýr seg um, hvssu fyrrverandi forsetin handfór støðuna í landinum, tá hann setti undtaksstøðu í gildi í fleiri vikur.

Rættarmálið byrjaði í 2014

Grundlógin varð sett til viks, og tjóðartingið varð koyrt til hús. Tá dómararnir søgdu, at undantaksstøðan varð ógildug, koyrdi Musharaff teir frá.

Rættarmálið móti Musharaff byrjaði í 2014, men tað er útsett fleiri ferðir, tí forsetin var sjúkur. Hann er fyrsti forseti í Pakistan, sum verður dømdur fyri at hava sett seg sjálvan oman fyri lógina.

Bæði í 2013 og í fjør royndi Musharaff at stilla upp til forsetavalið í Pakistan, men ein dómstólur í Pakistan vildi ikki loyva honum at stilla upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610