Løgtingskvinna vil hava føroyskt mál í rættinum

Løgtingskvinna vil hava føroyskt mál í rættinum
Málið í rættinum skal verða føroyskt burturav, heldur løgtingskvinna hjá Tjóðveldi
 
18.12.2019 - 10:45

Málið í rættinum eigur at vera føroyskt burturav. Tað skrivar løgtingskvinnan Sirið Stenberg í sínum minnilutaáliti til uppskotið um nýggja rættargangslóg

– Fólk, sum skulu fyri rættarskipanina, eru í sera veikari støðu. At skula tosa eitt annað mál í slíkari støðu kann gera støðuna enn verri, skrivar Sirið Stenberg.

Løgtingskvinnan vísir eisini á, at føroyskt kom inn í bæði skúlan og kirkjuna, áðrenn málsøkini vórðu yvirtikin.

Tí heldur grundgevingin ikki at siga, at danskt skal vera í rættinum, bara tí málsøkið ikki er á føroyskum hondum, sigur hon. Uppskotið um rættargangslóg hevur aðru viðgerð í løgtinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650