Huawei vrakað í 2017

Huawei vrakað í 2017
Kinesiska Huawei var eisini við í kappingini um at sleppa at veita útgerð til 4G-netið í Grønlandi í 2017, men svenska telefyritøkan, Ericsson, vann
Huawei var ein av fleiri fyritøkum, sum ikki sluppu upp í part, tá avgerðin um at gera 4G-netið í Grønlandi skuldi takast í 2017
 
19.12.2019 - 14:06

Tað upplýsir Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Tele-Post, fyri grønlendska blaðnum, Sermitsiaq.

Fleiri fyritøkur bjóðaðu, og eg kann vátta, at Huawei var ein av fleiri fyritøkum, sum ikki sluppu upp í part, tá avgerðin skuldi takast, tí tær luku ikki treytirnar, sigur hann við Sermitsiaq.

Kristian Reinert Davidsen sigur, at netið skal byggjast út til 5G, men eingin støða er tikin til, nær tað skal gerast.

 >> SÍ EISINI Huawei sleppur ikki at gera 5G-netið í Grønlandi

Men stjórin í Tele-Post ger greitt, at arbeiðið at útbyggja netið til 5G, verður ikki boðið út. 4G-netið er nýtt. Arbeiðið at seta tað upp varð liðugt í fjør.

Ein stórur partur av 4G-netinum kann brúkast aftur. Tí loysir seg ikki at brúka eina aðra fyritøku at gera alt netið av nýggjum, sigur Kristian Reinert Davidsen.

Støðan hevði verið øðrvísi, um talan var um eitt gamalt net, sum skuldi byggjast út, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941