Magnus Carlsen er heimsmeistari í kviktalvi

Magnus Carlsen er heimsmeistari í kviktalvi
Mótstøðumaðurin, Hikaru Nakamura, bjóðaði remis, og so var Magnus Carlsen heimsmeistari
 
28.12.2019 - 18:51

Norski stórmeistarin, Magnus Carlsen, hevur júst vunnið heimistaraheitið í kviktalvi. Kviktalv er ein kapping, har telvararnir hava 15 minuttir, hvør at telva í.

Hetta hendi eftir, at mótstøðumaðurin Hikaru Nakamura, sum  sum er amerikanskur ríkisborgari, bjóðaði remis.

Framman undan talvinum hevði Magnus Carslen 11 stig og Hikaru Nakamura hevði 10 stig. Tí skuldi ikki meira enn remis - javnleikur - til, fyri at Magnus Carlsen gjørdist heimsmeistari. Tapti Magnus Carlsen, hevði verið umtalv um heimsmeistaraheitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037