Lovar at endurskoða kvoturnar

Lovar at endurskoða kvoturnar
Fiskakvotur, sum Namiba hevur latið, skulu allar endurskoðast, sigur forsetin í landinum
Forsetin í Namibia sigur seg ætla at stríðast móti fátækradømi og korruptsjón
Mynd: AP  
 
03.01.2020 - 08:05

Tað segði forsetin í landinum, Hage Geingob, í nýggjársrøðu sínari, sigur íslendska kringvarpið RÚV. Hann segði, at hann hevur givið fiskimálaráðharranum boð um at hjálpa fiskimonnum, sum hava mist hýruna.

Forsetin segði seg ætla at stríðast móti fátækradømi og korruptsjón. Arbeiðsleysir fiskimenn í Namibia hava mótmælt regluliga í seinastuni, tí feløg, sum eru knýtt at íslendska felagnum Samherja, hava fingið kvotur á ivasaman hátt í Namibia.

Seks menn eru varðhaldsfongslaðir í Namibia, skuldsettir fyri korruptsjón, tá kvotur eru latnar. Teirra millum eru tveir fyrrverandi ráðharrar, Bernhard Esau, sum var fiskimálaráðharri, og Sachy Shangala, sum var løgmálaráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533