Seks línuskip sleppa á Flemish Cap ár

Seks línuskip sleppa á Flemish Cap ár
Klakkur, sum er á veg til Føroya úr Noregi, hevur einki fiskiloyvi fingið enn
Eivind er eitt av frystilínuskipunum, sum hevur fingið loyvi at royna á Flemish Cap í ár
 
07.01.2020 - 09:41

Seks frystilínuskip hava fingið loyvi til at royna á Flemish Cap í ár. Tey eru Jákup B, Ågot, Eivind, Kambur, Stapin og Jógvan I.

Sjeynda frystilínuskipið, Klakkur, er á veg til Føroya úr Noregi, men hevur einki fiskiloyvi fingið enn. Fiskiskapurin á Flemish Cap kann byrja 14.januar.

Toskakvotan er nógv minni í ár enn hon var í fjør. Í ár er kvotan 1.907 tons. Talan er um felagskvotu.

Í fjør var kvotan 3.911 tons. 2.635 tons vóru felagskvota og 1.276 tons vórðu seld á uppboði. Skipini plaga at hava sera gott fiskarí á Flemish Cap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329