Trudeau: Iran skeyt flogfarið niður

Trudeau: Iran skeyt flogfarið niður
New York Times hevur eisini sjónbandaupptøkur, sum vísa, at flogfari eftir øllum at døma varð rakt
 
10.01.2020 - 08:53

Tað var eitt iranskt missil, sum mikunáttina skeyt niður ukrainska flogfarið við 176 fólkum umborð.

Tað segði kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, á tíðindafundi í gjár.

Flogfarið varð skotið niður stutt eftir, at tað var farið úr iranska høvuðsstaðnum, Teheran, við kós móti Kanada, við millumlending í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev.

63 av teimum ferðandi umborð vóru kanadiarar.

Fregnartænastuupplýsingar

- Vit hava fregnartænastuupplýsingar, sum benda á, at flogfarið varð rakt av einum iranskum jørð-til-luft missili. Vit vita tó ikki, um málið var at raka flogfarið, segði Justin Trudeau.

Forsætisráðharrin upplýsti, at Kanada og tess sameindu fara at kanna málið út í æsir fyri at finna orsøkina. 

Iran hevur víst aftur, at landið skeyt flogfarið niður.

Millum tey ferðandi umborð vóru eisini 82 fólk úr Iran - umframt 63 úr Kanada, 11 úr Ukraina, 10 úr Svøríki, fýra úr Afghanistan, trý úr Bretlandi og trý fólk úr Týsklandi.

Sjónbandaupptøkur

Í gjárkvøldið almannakunngjørdi New York Times eina sjónbandaupptøku, sum eftir øllum at døma vísir, tá flogfarið varð rakt.

Upptøkan vísir eina lítla spreinging, tá missilið rakti flogfarið.

Eldur var í flogfarinum, meðan tað fleyg víðari í nakrar minuttir í eini roynd at venda aftur til i floghavnin, haðani tað kom. Løtu seinni sprongdist tað og datt niður.

New York Times hevur fingið váttan fyri, at upptøkurnar og upplýsingarnar eru rættar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028